140x140

F-gass

F-gass er ein bólkur av sterkum vakstrarhúsgassum, sum verða brúkt í ídnaðinum. Arbeitt verður við at gera eina føroyska kunngerð sum skal minka um innflutning og nýtslu av F-gassum í Føroyum. 

Tvey sløg av F-gassum verða brúkt í Føroyum:

  • HFC-gassini, sum verða brúkt í køliskipanum, hitapumpum og í luft­køli­skipanum, t.d. í bilum. Nógv tann størsta nýtslan av HFC er í køliskipanir umborð á skipum. Nýtslan tók seg upp mitt í 90’unum, tá hesi kølievni vórðu tikin í nýtslu í staðin fyri ozonoyðandi HCFC-kølievnini. 
  • SF6-gass, verðar brúk í avbrótarum í háspenningsskipanum hjá SEV.

Hóast HFC og SF6 verða brúkt í afturlatnum skipanum, so gera lekar og óhapp, at nakað lekur út í umhvørvið.

Les meira um útlát av F-gassi her 


Hvat kann brúkast í staðin fyri HFC?


Altjóða reglur um F-gass

Komandi kunngerðini um F-gass fer at seta í gildið Kigali broytingina til Montreal protokollina í gildið í føroyska lóggávu. 

 

Vilt tú vita meira um f-gass, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

F-gass